Stjørnuglansur í Mimir

Fríggjakvøldið verður forkunnug konsert í Mimir, føroyski Stjerne for en aften vinnarin Guðrun Sólja Jakobsen fer saman við gittarleikaranum Henrik Nielsen at undirhalda.

Hetta er fyrsta framførsla hjá Guðruni, síðan hon, Lena og Eivør fyltu Norðurlandahúsið tvey kvøld á rað. Guðrun og Henrik hava spælt saman í rúma tíð, bæði í bólki og tvey einig. Tá Guðrun spældi í Føroyum um jóltíðir var tað eisini saman við Henriki.Mimir hevur ofta lagt pall til beiggja Guðruna Eyðun Ásason, ið er ein av best umtóktu barrsangarunum í Føroyum. Men fríggjakvøldið fer Guðrun at royna seg í hansara fótafetum