Stjørnubussar til Havnar

Vónirnar at vinna steypakappingina eru sera góðar í Klaksvík, og roknað verður við, at nógvir áskoðarar fara at leita sær til Havnar.

Tí skipar felagið eisini fyri bussferð, og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum verður skrivað, at teknast skal til hesa hjá ábyrgdarpersónum í felagnum.

Koyrt verður frá KÍ-høllini klokkan 11.30, og tá dysturin við øllum tilhoyri er av, verður koyrt norður aftur til Klaksvíkar.