Stjórnin vann valið í Montenegro

Milo Djukanovic, forsætisráðharri, vann ein sannførandi sigur á tjóðartingsvalinum í Montenegro í gjár Flokkurin, sum eitur Fyri einum evropeiskum Montenegro, fekk sambært óheftum eygleiðarum 49 av teimum 81 sessunum í tjóðartinginum.

-Veljararnir hava atkvøtt fyri einum tryggum lívi, búskaparligari framgongd og einari avropeiskari framtíð, segði Milo Djukanovic, tá hann helt takkarrøðu í høvuðsstaðnum Podgorica í gjárkvøldið.

Sosialistiski Fólkaflokkurin gjørdist tann næststørsti og fekk góð 16 prosent av atkvøðunum.