Stjórnin vann greiðan sigur

Á altingsvalinum í Íslandi í gjár vann stjórnin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir greiðan sigur. Samfylkingin og Vinstrihreyfingin fingu tilsamans 35 altingssessir av teimum 63

Eygleiðarar siga, at valúrslitið er eitt greitt tekin um, at íslendingar vilja hava, at Ísland skal gerast limur í ES. Jóhanna Sigurðardóttir og javnaðarflokkur hennara eru heitir talsmenn fyri íslendskum ES-limaskapi, meðan gamli stjórnarflokkurin, Sjálvstæðisflokkurin, sum var stóri taparin á valinum, er ímóti ES-limaskapi.

Úrslitið merkir, at stjórnin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir nú kann halda fram sum meirilutastjórn, meðan hon higartil hevur fingið stuðul frá Framsóknarflokkinum.

Úrslitið av valinum var hetta.

Framsóknarflokkurin 14,6% (+2,9) 10 tingsessir (7)

Sjálvstæðisflokkurin 23,8% (-12,8) 15 tingsessir (-10)

Borgarahreyfingin 7,3% (-) 4 tingsessir (nýggjur flokkur)

Samfylkingin 30,3% (+3,2) 20 tingsessir (+2)

Vinstrihreyfingin 21,5% (+7,2) 14 tingsessir (+5)