Stjórnin ætlar at játta 40 milliónir til løgreglustøð í Havn

Í donsku fíggjarlógini, sum bleiv løgd fram í Fólkatinginum í gjár, eru játtaðar 39,6 milliónir krónur til keyp og nútímansgerð av høvuðsløgreglustøð í Føroyum.

 

Nakað av ónøgd hevur verið um, at nýggja løgreglustøðin skal liggja við R. C. Effersøesgøtu, og millum annað reisti Bjarni Hammer málið á fólkatingi, tá hann eitt stutt skifti sat sum varafólk fyri Sjúrð Skaale.

 

Fyrr í hesum mánaðinum váttaði Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, tó fyri Miðlahúsinum, at hildið verður fast um at gamli bankabygningurin skal verða nýggj høvuðsløgreglustøð í Føroyum.

- Vit halda fast um tað, sum vit upprunaliga ætlaðu við bygninginum, sum vit hava keypt. Tað er tað skilabesta at gera. Finna vit uppá onkra aðra loysn, so tekur tað longri tíð og í hesum tíðum verður tað eisini dýrari, segði hann, tá hann var á vitjan í Føroyum 13. august.

 

Eftir ætlan skal nýggja løgreglustøðin takast í nýtslu í 2020. Í fíggjarlógaruppskotinum eru 600.000 krónur eyðmerktar til løgreglustøðina í 2020.

 

Bygningsbestyrelsen keypti bygningin fyri góðar 40 milliónir frá Tórshavnar kommunu. Ætlanin var, at húsið skuldi umvælast fyri eini 100 milliónir krónur, men sambært fíggjarlógaruppskotinum fer samlaði kostnaðurin at vera 110,5 milliónir krónur.