Tann nýggja danska stjórnin kom fyri løtu síðani út av Amalienborg, har Margretha drotning formliga hevði tilnevnt ráðharrarnar, soleiðis sum grundlógin ásetir. Harvið hevur Danmark samstundis fingið sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra, Helle Thorning-Schmidt.
Nógv fólk var uttan fyri dyrnar á Amalienborg, og teir 23 ráðharrarnir vórðu dúgliga fagnaðir, tá teir komu útaftur.
Um ein hálvan tíma fara Lars Løkke Rasmussen og hansara ráðharrar til drotningina at siga farvæl, og síðani verður vaktarskifti í teimum ymsu ráðstovunum. Seinnapartin fer tann nýggja samgongan eisini at hava tíðindafund um samgonguskjalið.










