Stjórnin slapp undan trupulleikum

Danska stjórnin hevði ongar trupulleikar við at fáa meiriluta fyri sínum flóttafólkapolitikki Fólkatingið tók í morgun undir við uppskotinum hjá stjórnini um flóttafólkapolitikkin.

Uppskotið frá stjórnini og Danska Fólkaflokkinum fekk 58 atkvøður, og 48 tinglimir atkvøddu ímóti. Uppskotið hjá Piu Christmas-Møller datt tískil burtur.

Longu í gjár var greitt, at uppskotið fór ikki at fáa trupulleikar, tí Ny Alliance játtaði at styðja stjórnina. Formaðurin í Ny Alliance, Naser Khader, heldur tó fast um, at flokkurin vil hava nakrar broytingar í semjuna millum stjórnina og Danska Fólkaflokkin.