Stjórnin slakaði við dagpengunum

Eftir innanhýsis trýst frá egnum flokkum, Eindarlistanum og ávísum fakfeløgum hevur danska stjórnin gjørt av at slaka í stríðnum um dagpengarnar.

Herfyri vístu tøl, at fýra teir fyrstu mánaðirnar mistu meiri enn 15.000 fólk rættin til dagpengar, og framskrivingar vístu, at umleið 30.000 missa rættin í hesum árinum.

Men nú hevur stjórnin valt at broyta skipanina, soleiðis at fólk ikki verða við skerdan lut kortini. Broytingin ber millum annað í sær, at langtíðararbeiðsleys, sum hava børn, varðveita 80 prosent av dagpengaupphæddini. Hini varðveita 60 prosent. Broytingin merkir samstundis, at arbeiðsleys kunnu fáa dagpengar í mesta lagi í fýra ár.

TV2 sigur seg hava skilt, at Eindarlistin var til reiðar at fella stjórnina, um hon ikki slakaði í stríðnum um dagpengarnar.