Stjórnin skal virða løgtingssamtyktir

Tá løgtingið hevur samtykt, at hernaðarliga revsilógin skal takast av fyri Føroyar, so eiga danskir myndugleikar at virða tað og ikki seta eina nýggja lóg í gildi. Tað sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum fer at taka málið uppaftur

Samtyktirnar hjá løgtinginum eiga at verða virdar.
So avgjørdur er Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú danska stjórnin beint ímóti einari løgtingssamtykt setir donsku hernaðarligu revsi- og rættargangslógina í gildi fyri Føroyar. Hann er alt annað enn nøgdur við ta vend, sum málið um deyðarevsing í Føroyum hevur fingið.
Tann gamla lógin frá 1937 loyvir deyðarevsing í krígstíð. Danmark er í kríggi við Irak, og tí er deyðarevsing teoretiskt galdandi í Føroyum beint nú. Løgtingið samtykti einmælt 22. november 2001, at gamla lógin skal takast av, men tað hevur drigið út.
Tað fekk Heðin Mortensen at taka málið fram aftur á løgtingi. Hann vildi hava ríkisumboðið at svara, hví tað tekur so langa tíð at seta løgtingsins vilja í verk.
Nú staðfestir Heðin Mortensen, at tað skyldast seinføri frá danskari síðu, men hann leggur eisini ábyrgdina á landsstýrið, sum átti at rykt eftir málinum.

Tikin á bóli
Nú hevur málið so fingið eina heilt aðra vend, enn løgtingið hevði ætlað. Danska stjórnin hevur sett nýggju hernaðarligu revsi- og rættargangslógina frá 1973 í gildi í Føroyum, beint ímóti viljanum hjá landsstýrinum og løgtinginum, sum samtykti, at vit als onga hernaðarlóg skulu hava.
? Vit vistu als ikki av, at tað varð gjørt á handan hátt. Vit trúðu, at stjórnin fór at taka gomlu lógina av, sum løgtingið bað um. Eg dugi ikki at síggja, at vit skulu hava nakra hernaðarliga revsilóg fyri Føroyar. Vit hava hvørki egið hervald ella herskyldu. Lógin er eina og aleina ætlað til danska hervaldið, og tað kann skipa síni viðurskifti við innanhýsis reglum og lógum, sigur Heðin Mortensen.

Tekur málið upp
Síðsta orðið er ikki sagt í málinum, tí Heðin Mortensen ætlar at taka málið uppaftur í løgtinginum.
? Eg sá ikki, fyrr enn Sosialurin skrivaði tað, at málið var komið so langt av kós. Nú nýggja lógin kemur í gildi, verður deyðarevsingin loksins tikin av, og tað kunnu vit so sjálvandi fegnast um, nú kríggj er. Men málið flýtur og reisir eisini nakrar álvarsamar spurningar, og tí fari eg taka tað uppaftur, sigur Heðin Mortensen.
Fyri hann snýr tað seg nú um, at løgtingssamtyktin um at avtaka hernaðarligu revsilógina verður vird. Sostatt er hetta ikki eitt stríð millum loysing og samband í Føroyum um viðurskiftini við Danmark. Tað er heldur eitt stríð hjá løgtinginum fyri, at tess samtyktir verða tiknar fyri fult.
? Eg ætli at fylgja málinum upp, so tað verður avgreitt nøktandi fyri føroyingar. Nú eiga vit at taka spurningin upp, um vit vilja hava hernaðarligu revsi- og rættargangslógina í Føroyum. Eg haldi rætt og slætt, at vit skulu krevja, at hon skal takast av, tí hon er bert til hernaðarlig endamál, og so er ongin orsøk til, at hon skal galda fyri føroyingar, sigur Heðin Mortensen.