Stjórnin í Portugal fallin

Tjóðartingið í Portugal vrakaði í gjárkvøldið eina spari- og kreppuætlan hjá teirri sosialistisku minnilutastjórnini. Aftan á atkvøðugreiðsluna kunngjørdi forsætisráðharrin, Jose Socrates, at hann legði frá sær. Tað hevði hann eisini sagt frammanundan.

Allir teir fimm andstøðuflokkarnir atkvøddu ímóti spari- og kreppuætlanini, sum sambært stjórnini var neyðug, um landið skal sleppa undan at fara til ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin at biðja um lán.

Portugal er í stórari búskaparkreppu, og støðan minnir um kreppurnar í Grikkalandi og Írlandi, sum fingu hjálp úr ES og IMF.

Eygleiðarar siga, at politiska kreppan í Portugal og landsins álvarssama búskaparstøða kunnu elva til trupulleikar á ES-toppfundinum, sum byrjar í Bruxelles í dag.