Í Íslandi hevur stjórnin hjá Jóhonnu Sigurðardóttir, forsætisráðharra mist takið á veljarunum, tí sambært einari nýggjari meiningakanning hjá Gallup høvdu stjórnarflokkarnir ikki fingið meiri enn 29 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið til Altingið nú. Tað er tvey prosentstig minni enn fyri einum mánað síðani. 18 prosent siga, at tey høvdu valt Samfylkingina og góð 10 prosent tey Vinstra Grønu.
Sama kanning vísir, at Sjálfstæðisflokkurin hevði verið so nógv tann størsti, hevði val verið nú. Flokkurin hevði fingið góð 39 prosent av atkvøðunum, og tað er tvey prosentstig meiri enn í mai. Hin stóri andstøðuflokkurin, Framsóknarflokkurin, hevði fingið knappliga 18 prosent.
Gallup spurdi meiri enn 6.600 fólk, hvønn flokk tey høvdu valt, um altingsval var nú.










