Stjórnin minni undirtøku

Sambært einari meiningakanning í Danmark hevur tann borgarliga stjórnin mist so nógv av sínari undirtøku millum fólk, at undirtøkan er tann minsta í seks ár. Kanningin, sum Megafon hevur gjørt, vísir, at hevði fólkatingsval verið í dag, høvdu flokkarnir vinstrumegin miðjuna fingið 92 fólkatingslimir, meðan teir báðir stjórnarflokkarnir og Danski Fólkaflokkurin høvdu fingið 83.

Eygleiðarar í Keypmannahavn siga kanningina vera eitt tekin um, at tann stóra stjórnarbroytingin og tann búskaparliga bjargingarætlanin hjá stjórnini hava ikki givið úrslit millum veljararnar.