Stjórnin heldur størri stuðul

Í longri tíð hevur íslendska stjórnin mist veljarar í meiningakanningunum, men nú gevur ein nýggj kanning stjórnini hjá Jóhonnu Sigurðardóttir (myndin) eina lítla framgongd.

Kanningin, sum Gallup hevur gjørt, gevur Samfylkingini 19 prosent, sum er eitt prosentstig meiri enn seinast, og hin stjórnarflokkurin, Vinstra Grøn, fær 12 prosent, sum er tvey prosentstig meiri enn í síðstu kanning.

Men tey 31 prosentini hjá stjórnarflokkunum muna lítið aftur ímóti veljaraskaranum hjá Sjálfstæðisflokkinum, sum hevði fingið 38 prosent, um altingsval hevði verið nú, skrivar Morgunblaðið.