Stjórnin heldur orð um Saltsilo

Sambært Claus Hjort Frederiksen, sum er danskur fíggjarmálaráðharri, so er ivi sáddur um tær 18 milliónir krónurnar, sum danska stjórnin hevur játtað verkætlanini.

Men um tað er eingin ivi, sigur hann í telduposti, hann hevur sent Sosialinum í morgun.

? Eg havi frætt, at ivi er sáddur um, hvørt danska stjórnin vil stuðla við 18 milliónum krónum í Saltsiloverkætlanini. Lat meg sláa fast, at stjórnin stendur við avtaluna um Saltsilogrunnin, sigur Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri.

? Tá stuðulin frá Føroya Landsstýrið er endaliga upp á pláss, so fer stjórnin, sum avtalað, at søkja um stuðul frá Fólkatinginum til, at staturin játtar 18 milliónir krónur til Saltsilogrunnin. Tí er eingin orsøk til at seta spurnartekin við stuðulin frá stjórnini til verkætlanina, sigur Claus Hjort Frederiksen.