Formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard, fýlist á, at stjórnin hjá Vinstra og Teimum Konservativu fær ov lítið av skafti. Hon sigur, at stjórnarflokkarnir eiga at seta andstøðuleiðararnar Helle Thorning-Schmidt og Villy Søvndal upp á pláss, men at stjórnin er alt ov tigandi.
Pia Kjærsgaard sigur, at val verður í seinasta lagi um hálvtannað ár, og tí hevur tað skund hjá stjórnarflokkunum at gera vart við seg, um teir ætla at varðveita valdið.
Hon leggur afturat, at hennara egni flokkur skal nokk røkja síni áhugamál.