Var fólkatingsval í dag, hevði stjórnin hjá Anders Fogh Rasmussen verið sitandi Tað vísir ein kanning, sum Gallup hevur gjørt ta seinasti vikuna.
Eftir henni høvdu Vinstri, Konservativi og Danski Fólkaflokkurin fingið 89 fólkatingslimir, var val nú. Tað eru fimm færri enn á valinum í 2005, men kortini nóg mikið til at varðveita meirilutan.
Kanningin hjá Gallup vísir, at Ny Alliance hevði fingið 3,8 prosent av atkvøðunum og sjey fólkatingslimir, var val nú. Hinvefin hevði Eindarlistin fingið bara 1,7 prosent, og tað hevði ikki givið flokkinum umborð í tinginum.
Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>