Í fleiri ár hevur verið arbeitt við fyrst eini grundlóg og síðani eini stjórnarskipanarlóg. Endamálið er tá tað sama, at hava eina grundleggjandi skipan av landinum, festa í lóg eftir grundlógarleisti. Talan er eisini um eina tilgongd, sum krevur at bæði fólk og fólkavald taka støðu til hvat landið skal byggjast á, her serliga grundleggjandi virðir.
Støðutakan
At tørvur er á støðutakan til mannarættindi og fatan av mannarættindum, hevur seinasta tíðin víst bæði innlendis og altjóða. Her hjá okkum skal sjálvandi dentur leggjast á okkara innlendis viðurskifti, men samstundis minnast til at ein partur av alheimsgerð er at verða við í altjóða samansjóðingini. Hóast vit liggja langt burtur frá øðrum londum, kunnu vit ikki bert gera sum okkum lystir, um vit eisini ætla okkum at verða ein partur av altjóða samstarvi. Sum støðan er í dag, eru Føroyar somuleiðis í eini samveldisstøðu, sum eisini kann ávirka, hvussu rúmsátt er viðvíkjandi virðum og at verða partur av skipanini. Vanliga hugsanin man tí vera, at føroyingar taka undir við vesturlendskum virðum. Í mun til grannalond okkara, eru vit tó nakað við síðuna av tá talan er um t.d. samkynd og fosturtøku. Eg haldi serliga at ásjónin á tey samkyndu elvir til høvuðbrýggj, tá talan er um at tryggja íbúgvum í Føroyum mannarættindi. Eitt er lóggávustøðan, sum tingast kann um, men nøkur sjónarmið sum komu fram og serliga nakrar grundgevingar fyri hesum sjónarmiðum, sum komu fram í tingsins viðgerð um at breiðka anti-diskriminationslógina til eisini at umfata samkynd, vóru so langt frá tí, sum metast má vera vanlig viðurkend mannarættindi. Málið meir enn nakað annað ávísti tørvin á eini grundlógartilgongd, sum stjórnaskipanararbeiði er og ikki minst vísti á tørvin, at okkara fólkavaldu bæði luttaka meira í hesum arbeiði og at vit fáa eina stjórnaskipan, har kjakast verður um grundleggjandi virðini sum vit vilja byggja okkara land á og sum síðan semja skal fáast um.
Leistur
Tað er ymiskt hvussu grundlógir verða til og mentan, høpi og tíðin hava sjálvsagda ávirkan á úrslitið. Summastaðir verður stórur dentur lagdur á at hava nágreiniligar og nógvar greinar, aðrastadir so einfalt sum gjørligt. Trupulleikin við ov neyvum orðingum kann verða, at títtar broytingar gerast neyðugar. Trupuleikin við ov einfaldum orðingum kann gerast, at tulkingarmøguleikarnir gerast ov breiðir.
Einfalt
Uppskotið til føroyska stjórnarskipan er heilt greitt ein roynd at gera tað einfalt og ikki ov tíðarbundið, soleiðis at hon kann mennast við broytingum sum neyðturviliga koma, og verður tað eisini sagt. Atlit verða tikin til bæði modernaði rættindi og til tað sum má sigast at verða grundleggjandi mannarættindi. Men ríkisrættarliga støða okkara ger, at tað eru serlig viðurskifti havast skulu í huga. Stjórnarskipanin sigur greitt, at okkara skipan er í eini samveldiskipan har valdið er okkara, og at vit til eina og hvørja tíð kunnu taka tað vald aftur, sum ikki er á okkara hondum. Tvs. at ivi sum er um okkara status, verður endaliga staðfestur her.
Liberalt fólkaræðið
Viðvíkjandi mannarættindum er at siga, at ásetingarnar er breiðar samvarandi eini liberalari fólkaræðishugsjón. Men longu fyrsta greinin í parti 2 um rættindi nertur eftir mínum tykki við eitt øki sum kann gerast trupult við núverandi skipan, nevniliga at knýta rættindi at heimarætti ella bústaði. Vit eru jú danskir ikki ES borgarar, tá vit búgva her, og roknaðir sum vanligir danir og ES borgarar um vit búgva í Danmark.
Í partinum um rættindi síggjast fleiri sløg av greinum. T.d. um proportionalitet, soleiðis at eitt inntriv ikki er meira umfatandi enn verjuáhugamálið í §7. Í § 8 verður víst til sjálvsøgd rættindi uttan at nevna hvat, og leggur tað upp í hendurnar á løgtinginum at gera ítøkiligt, men tað kundi eisini hugsast, at sjálvsøgd rættindi eru rættindi vit síggja staðfest í altjóða sáttmálum og í grannalondum okkara. Samanumtikið kann sigast parturin um rættindi er so opin, at allir partar kunnu taka undir við honum. Men tað er heldur eingin ivi um, at tá tíðin fer til at fylla lógarkarmarnar, altso at konkretisera við at gera lógir út frá greinunum, er langt ímillum sjónarmið flokkana.
Framíhjárættindi
Lagt er upp til at eingin kann fáa framíhjárættindi, og tað sæst aftur í greinini um javnstøðu, har tíðaravmarking verður kravd fyri inntriv í t.d. at styrkja um kvinnuumboðan.
Vit hava eisini grein 13, sum er rætturin til lív og trygd, og sum eisini bannar deyðarevsing. Við tøkni í dag er nakað so ítøkligt sum lív gjørt relavtivt. T.d. er ikki vísindalig semja um nær lív byrjar, og tí kann roknast við at serliga átrúnaðarligir bólkar lesa hesa greinina sum forðing av fosturtøku.
Ognar- og búrættur
Sum í flestu liberalu skipanum verður hildi fast um at verja ognarrættin, at talan er um trúðarfrælsi og ikki minst framsøgurfrælsi, eitt hugtak sum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Men eisini onnur, kanska sjálvsøgt ting, sum felags- og savningarfrælsi verða sett fram.
Viðvíkjandi búrættindum er at siga, at tann parturin byggjar á okkara mentan. Men grein 26, sigur tó at lóg skal tryggja, at sum flest skulu sleppa framat jørð at byggja á, velta ella fæhalda. Tað er ein rættiliga konkret orðing, sum ikki fylgir tí meira leysa og tíðarleysa andanum í uppskotinum annars.
Í ymsum greinum verður somuleiðis lagt upp til at tað ein rættur at hava arbeiði, at landið tryggjar øllum sømulig kor, og at familjutrivnaður fær umsorgan frá landinum.
Vitan og ávirkan
Rætturin til innlit verður staðfestur, eins og tað verður víst á at fólk skulu hoyrast.
Ein av trupulleikunum, sum stjórnarskipannevndin hevur tikið fram fleiri ferðir, er at at vit ikki hava eitt veruligt trýbýti av valdinum. Dómsvaldið er danskt og tí ikki undir føroyskum valdi. Og tá samgongan er meirilutin í tinginum, har ikki skotter millum hesar báðar partar. Í dag er landsfyrisitingin sterk og ger í stóran mun lógaruppskot fyri samgonguna, men Tingið er so veikt afturímótið, m.a. tí teir ikki hava fólk knýtt at sær til tess at gera alternativ uppskot.
Løgtingið
Mannarætturin í hesum uppskotið staðfestur bara nøkur breið hugtøk, sum Løgtingið má taka støðu til. Tað er ógvuliga sveimandi, men leggur upp til at løgtingsumboðini skulu stinga út í kortið, hvørji virðir Føroyar skulu byggjast á eins og tað má takast fyri givið, at ætlanin er at fylgja altjóða sáttmálum og at við fylgja við í menningini sum okkara grannalond hava.
Løgtingið fær orðið
Uppgávan Løgtingið fær fyri at fylla tað út, sum verður stungið út, verður stór, ógvuliga stór. Men tað er sjálvsagt at tað er parlamentið sum skal verða kjarnin. Tí er tað bæði synd og skom, at Løgtingið ikki luttekur meira í stýriskipanararbeiðinum. Uppskotið til grundlóg er minimalistiskt og leggur tí stóra ábyrgd á politikararnar. So er bara at vóna, at vit taka undir við altjóða sáttmálum og beinanvegin fáa fylt uppá. §10 sigur at øll eru javnt í metum, latum okkum eisini lata hetta umfata tey samkyndu.