Stjórnarskipanin er skrottað

Í røðu síni á fólkatingi í dag avdúkaði Edmund Joensen ymisk viðurskifti úr samgonguskjalinum, sum annars ikki hava verið frammi.

Um blokkstuðulin segði hann, at fastfrystingin av blokkinum hevur havt negativa ávirkan á inntøkur landskassan.

Hann greiddi síðani frá, at tað í nátt varð skipað eitt nýtt landsstýri í Føroyum, og at tað eisini fer at reka nýggjan politikk.

Millum annað er ætlanin at venda aftur til dýrtíðarviðgerðina av blokkinum, so at stuðulin aftur kemur upp á “normalt støði”.

Tað merkir, at stuðulin skal hækka minst 137 milliónir. Men sum Portalurin skilir, verður føroyska kravið, at hann skal hækka yvir 200 milliónir.

Edmund Joensen segði, at fyri Sambandsflokkin er hetta ikki annað enn náttúrligt.

Síðani nevndi Edmund Joensen eisini – “for en god ordens skyld” – at nýggja landsstýrið ikki ætlar at arbeiða víðari við uppskotinum um stjórnarskipan Føroya.

Hann vónaði, at vit við hesum eru liðug við tað slítandi orðaskifti um, hvørja støða danska grundlógin hevur í Føroyum.

Øll røðan hjá Edmundi Joensen sæst VIÐ AT TRÝSTA HER