Hans Pauli Strøm,limur í víðkaðu Rættarnevndini fyri Javnaðarflokkin
---------------------
Flóvisligt at hoyra og síggja okkara løgmann á hasum tíðindafundinum í Skagen. Sum eitt dejavu frá líknandi seansum afturi í 90-unum, tá ein annar sambandsløgmaður stóð fyri tí pínligu framførsluni. Stóri munurin er tó, at tá spardu donsku fjølmiðlarnir okkum við at lata sum luft – hesaferð hevur tað eydnast okkara løgmanni at øst alla donsku pressuna upp, um tað tey halda er politisk barnaktigheit hjá føroyingum.
Hetta er eitt.
Meira álvarsligt er tó politiski trupulleikin, at Føroya løgmaður situr á einum tíðindafundi saman við Lars Løkke og Kupik Kleist og tilonkisgerð arbeiði og avgerðir hjá Føroya løgtingi – uttan nakrað heimild nakraðstaðni frá.
Hann situr enntá á hesum tíðindafundi, varpaður út fyri øllum Kongaríkinum, og sigur ósatt um Føroya løgting. Hann sigur, at tá tað er so, at bæði Justitsministeriið og Løgtingið eru samd í, at stjórnarskipanaruppskotið er ólógligt, so má hann taka tað til eftirtektar - ella leggja seg aftan fyri oyrað, sum hann málbar seg. Hann endurtekur hetta fleiri ferðir, at ”løgtingið” ikki kann góðtaka uppskotið. Men tað er jú ósatt. Tað er júst løgtingið, ein samd nevnd, umboðandi allar flokkar í løgtinginum – m.a. við ikki minni enn tveimum sambandsmonnum – sum hevur lagt uppskotið fyri tingið, har tað nú er til viðgerðar í eini víðkaðari rættarnevnd, har júst ein sambandsmaður er formaður, og har vit arbeiða í góðari semju.
Vit í Føroyum vita, at tað er ein løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni - hon veri seg stjóri ella ei - pluss altíð-tøkir sannleiksapostlar sum Bjørn á Heygum & co. - sum ikki dáma uppskotið. Men løgmaður billar øllum hinum Kongaríkinum inn, at tað er løgtingið sjálvt, sum er ímóti sínum egna uppskoti. Tað er jú ósatt! Tað eru bert tveir løgtingsmenn, sum eru ímóti tí – tveir konspiratorar av sama kaliber: Edmund Joensen og Tobbi. Øll onnur í løgtinginum eru greið yvir, at tað má arbeiðast meira við uppskotinum, at tað má broytast nakað, gerast nakrar tillagingar – og tað er júst hetta, sum víðkaða rættarnevndin hjá løgtinginum er farin ígongd við.
Tann fyrsti grovi feilurin hjá Kaj Leo er, at hann sjálvur tekur stig til at seta hetta málið á skránna fyri Ríkisfundin – altso at viðgera eitt stjórnarskipanaruppskot við Lars Løkke og Kupik Kleist – og síðani kolldøma tað á eftirfylgjandi tíðindafundi – uttan at hann hevur kunnað seg ella spurt seg fyri hjá løgtingsnevndini, sum arbeiðir við málinum!
Løgtingslimir – eins og vit øll í nevndini – vita fullvæl, at tað skulu gerast nakrar týdningarmiklar broytingar í uppskotinum, áðrenn vit skriva álit og leggja tað aftur fyri tingið til støðutakan. Viðgerðin í nevndini er nóg illa byrjað. Vit hava gjørt av, at nógvir týdningarmiklir partar av føroyska samfelagnum skulu hoyrast – umframt løgmann sjálvan eisini serkønir løgfrøðingar, kommunurnar, umboð fyri fólkið, so sum fakfeløgini, vinnufeløg, Meginfelag teirra brekaðu o.s.v.
Vit í nevndini eru fullgreið yvir, at serliga á tveimum økjum skulu gerast munandi broytingar.
• Annað er, at vit skulu gera nakrar nýggjar orðingar til uppskotið, har vit greitt viðurkenna – og ikki lata nakran iva vera um – tann statsrættarliga veruleikan í Ríkisfelagsskapinum, og harvið eisini ta støðu, sum hetta uppskotið hevur í mun til yvirskipaðu Ríkisgrundlógina og galdandi Heimastýrislóg.
• Hitt er, at í teimum greinunum í uppskotinum, sum umrøða málsøki, vit ikki enn hava yvirtikið, so sum rættarskipan, har skal setast eitt fyrivarni inn við gildiskomu, so at tær greinarnar ikki fáa gildi, fyrr enn tær eru komnar undir føroyskt málsræði eftir galdandi lóg.
Tað er júst hetta, sum er okkara stóra – og trupla - uppgáva at arbeiða við at finna semju um í løgtingsnevndini.
Tí er tað óskiljandi – og óhoyrt - at áðrenn hendan samstarvandi løgtingsnevndin rættiliga er komin ígongd, so dragsar løgmaður uppskotið til Danmarkar og skjýtur tað niður fyri opnari mikrofon (og einum undrunarsamum statsministara, helt eg meg síggja), sum óbrúkiligt og ólógligt. Hann boðar øllum Kongaríkinum frá, at uppskotið hjá samdari løgtingsnevnd er kolldømt, at tað skal detta burtur, og tað skal ikki setast framaftur!
Men nú er tað ikki Kaj Leo, sum ger av, hvat løgtingið vil arbeiða við, og hvussu vit skulu arbeiða. Eg rokni við, at øll nevndin er samd við mær í tí, at arbeiðið við stjórnarskipanaruppskotinum skal gerast liðugt. Nú er nóg mikið brúkt av tíð, orku og peningi eftir 12 árum.
Koma vit í tíðarneyð nú í summar, so verður nevndin sett aftur av nýggjum á Ólavsøku, og ger seg lidnan í heyst. Við ella uttan Kaj Leo.










