Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins
Royndirnar frá valskeiðinum 1998-2002 hava víst, at tað er neyðugt við breiðum meiriluta á Løgtingi, um vit vilja broyta týðandi politisk mál, og at tað somuleiðis er neyðugt at hava fólkið við.
Eitt stórmál sum hevði stóran týdning fyri Fullveldissamgonguna var setanin av grundlógarnevnd, sum hevði til uppgávu at gera eina nýggja grundlóg fyri Føroyar, í sambandi við at Føroyar skuldu skipast sum fullveldi. Ella sagt á annan hátt: At fáa føroyingum evsta vald, hvat tað so merkir í dagsins samfelag.
Húsabygging
Vanliga verður sagt um sethúsabygging, at tá bygt verður aðru ferð, er innrættingin best. So vit kunnu siga at Sambandsflokkurin sær Stýrisskipanarlógina frá 1994 sum tað fyrstu innrættingina í nýggjari tíð, og at vit við Nýggju Stjórnarskipanarlógini skulu umvæla, og endurnýggja húsini frá 94. Og sjálvandi, sum eitt tað týdningarmesta fyri Sambandsflokkin, skulu verða ásetingar um greiðar mannagongdir fyri, hvussu føroyingar kunnu gera brúk av okkara sjálvsavgerðarrætti sambært altjóðarætti. Tað skal hvørki verða lættari ella torførari at gera broytingar í stjórnarskipanarlógini, enn tað var at seta hana í gildi.
Men tað sum Sambandsflokkurin sjálvandi framvegis hevur ringt við at skilja, er at fullveldissamgongan sum hevði meiriluta flokspolitiskt, ikki vísti seg at hava meiriluta í tingmannatali, tá herjast skuldi á múrarnar í ríkisfelagsskapinum. Men tað undarliga hendi, at sambandshugsjónin ella tjóðskaparhugsjónin innanfyri samgonguna, steðgaði fullveldisstríðnum og punkteraði fullveldisætlanina. Hetta vísti bert enn einaferð, at vit hava skyldu at fáa eina breiða semju, tá talan er um okkara framtíðarstøðu.
Nýggja grundlóg
Sambandsflokkurin vildi ikki taka undir við at gera nýggja grundlóg, tí vit hava longu eina grundlóg. Men tá so Løgtingi við meiriluta hevði samtykt at seta grundlógarnevnd, so kundi og vildi flokkurin ikki mótmæla einari demokratiskari tilgongd.
Tekur støði í fólksins vilja
Arbeiðið í grundlógarnevndini skal skipast av nýggjum. Uppgávan er at gera eina stjórnarskipanarlóg, sum eisini inniheldur ásetingar um mannarættindi og onnur rættindi. Umframt at lýsa verandi ríkisrættarligu støðu, skal lógin innihalda greiðar mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um ríkisrættarliga støðan verður broytt.
Tann nýggja stjórnarskipanin, sum vit politikarar saman við serfrøðingum sita og arbeiða við, tekur støði í fólksins vilja og ikki viljanum hjá flokkunum. Vit mugu ongantíð sum politikarar ræðast at lata fólkið tala.