Fólk standa spyrjandi, hvussu hava vit klárað okkum hesi mongu ár, tá hendan skipan er so átrokandi, sum tað ljóðar. Her hevur Javnaðarflokkurin mistikið seg, tí hetta er eitt mál, sum hoyrir Tjóðveldi til og ikki Javnaðarflokkinum.
Sum tað ljóðar, skal hendan skipan vera so góð og tað er hon vist eisini í eygunum á teimum loysingarsinnaðu, tí hon sær út til at vera byrjanin til endan. Tað kann lætt henda, at danir verða troyttir av okkara politikarum og kvetta á stokkinum, so tað verður Danmark, ið loysir frá Føroyum og ikki umvent. Og hvat so? Tað er lætt skiljandi, at veljarar eru farnir at ræðast og serliga av tí eldra endanum.