Stjórnarskipan dregur út

Enn er óvist nær føroyingar sleppa á val at taka støðu til eina nýggja stjórnarskipan. Upprunaliga ætlanin var, at fólkaatkvøðan skuldi vera í fjør, men tá tað ikki eydnaðist bleiv boðað frá, at fólkaatkvøðan skuldi vera á flaggdegnum tann 25. apríl 2018. Longu í heyst gjørdist tó greitt, at arbeiðið við nýggju stjórnarskipanini ikki fór at verða klárt og valdi samgongan tí enn einaferð at útseta málið. Og nú tykist, at føroyingar muga bíða nakrar mánaðir aftrat.


Ein §25 nevnd hjá løgtinginum, har allir flokkar á tingi hava umboð, hevur síðan november í fjør arbeitt við lógaruppskotinum, men hóast vit nú nærkast seinnu dagfestingini fyri fólkaatkvøðuni, so eru útlitini ikki serliga góð fyri, at uppskotið verður liðugt viðgjørt í hesi tingsetuni. Tað upplýsir Heðin Mortensen, formaður í nevndini, fyri Dag&Viku í kvøld.


- Um eg skal vera púra erligur, so rokni eg við, at vit muga taka komandi tingsetu eisini. Men nógv kann henda, so lati okkum síggja hvat hendir nú, sigur Heðin Mortensen við Dag&Viku.


Í samrøðuni við Kringvarpið upplýsir nevndarformaðurin, at nevndin hevur gjøgnumgingið allar lógargreinarnar í lógaruppskotinum, men nú skulu tingfólk fáa høvi at gera sínar viðmerkingar til uppskotið.