Formansskapurin í grundlógarnevndini
????????????????????????????????
Stjórnarskipan Føroya. Formanskapurin í nevndini, sum smíðar nýggja føroyska stjórnarskipan at loysa av stýrisskipanarlógina, tekur hesu ferð upp spurningin um heimildina hjá løgtinginum at geva lógir.
Nógvar ásetingar í eini stjórnarskipan eru vanliga um, hvussu tingið - og oftast eisini stjórnin - skulu bera seg at, tá lógir skulu samtykkjast. Summi vilja halda, at tað er tað, sum eyðkennir eina stjórnarskipan, at hon sigur hvørjir landsins fremstu myndugleikar eru, og hvussu teir virka.
Afturfyri stendur ofta lítið um, hvat tingið kann geva lógir um. Hvørji innihaldsligu evni ber til at samtykkja lógir um? Rættiliga nógvar stjórnarskipanir siga als onki um ?hvat,? men bara um ?hvussu.?
Nakrar stjórnarskipanir byggja tó á ta fatan, at tingið bert hevur uppreksaðar heimildir, bert kann geva lógir um tað, sum stendur nevnt í stjórnarskipanini. Hetta eru oftast stjórnarskipanir í størri samveldum, t.d. ES og USA. Aðrar byggja á ta fatan, at tingið kann samtykkja lógir um øll evni og allar spurningar.
Har stjórnarskipanir lýsa nøkur borgararættindi, vera hesi rættindi oftast fataði sum avmarkingar í, hvat tingið kann samtykkja lógir um, ella í øllum førum hvussu tingið skal bera seg at á ávísum økjum.
Í verandi yngru stýrisskipanarlóg er umleið tíggju staðni ásett, hvat tingið kann geva lóg um, m.a.:
útinnan av valrætti,
samsýning hjá tingmonnum,
setanarviðurskifti hjá landstýrismonnum,
heimild at áseta nærri lóg í kunngerð,
uttantings eftirlit við fyrisitingini,
skatt,
fíggjarætlan, eykafíggjarætlan og aðra fíggjarjáttan,
yvirtøku av málsøkjum og skipan av yvirtiknum málum,
ríkislógartilmæli,
kommunur.
Nakað neyvari uppreksan síggja vit í heimastýrisskipanini, har løgtingið og fólkatingið hava avrátt, hvussu valdið at lóggeva skal býtast teirra millum í føroyska løgdøminum.
Í fyrra flaggdagsálitinum hava vit mælt til heldur at reksa upp heimildirnar at geva lóg:
§70. Lóggávuheimild
Løgtingið kann lóggeva til tess:
(1)(1) at uppfylla og skipa hesa stjórnarskipan,
(1)(2) at skipa og tryggja búskapin,
(1)(3) at tryggja og veita lóg og landaskil,
(1)(4) at veita og virða vælferð og trygd,
(1)(5) at virða og fremja fólksins rættindi
Endmálið við hesi áseting er at krevja av øllum framtíðar lógaruppskotum, at tey kunnu rættvísgerast við at vísa til eina av hesum ásetingum. Er talan um at uppfylla stjórnarskipanina? Er hetta at skipa búskapin? Ella fer hetta uppskotið at veita vælferð? Harvið er neyðugt við orðum sum vanliga fólkið skilur at greina, hvat grundarlagið er undir nýggjum ásetingum, reglum og skyldum.
Ásetingin skal avmynda fólksins virðir. Fólkið og ikki tingið hevur evsta vald, og tingsins vald má tí vera upproknað og avmarkað í stjórnarskipanini til tess at minna politikarar á, at teirra vald einans er avleitt av fólksins evsta valdi.
Hvør skal so døma um, nær tingið er farið út um sínar heimildir? Og ber tað til at siga, hvat veiku standardarnir um lóggávuheimild skulu merkja í ítøkiligum málum?
Vanligi borgarin hugsar kanska, at dómstólarnir mugu døma, tí annars kann stjórnarskipanin ikki vera grundleggjandi lóg. Heldur framtíðar ovasti dómstólur í Føroyum, at hann kann tulka standardirnar um lóggávuheimild so neyvt, at hann kann seta tinglógir til viks sum óheimilaðar, eigur hann at gera tað, men greitt er, at víð rúmd er hjá tinginum innan hesar orðingar.
Meira týdningarmikið enn júst hvør skal verja stjórnarskipanina, er at stovnurin, sum endaliga tulkar og verjir stjórnarskipanina, hevur valdið aftanfyri sína fatan og kann útinna hana í praksis. Og hvør hevur meira veruligt vald í einum fólkaræði enn sjálv veljarafjøldin? Júst eitt av fremstu endamálunum við hesi grein er at undirstrika, at tingið hevur sínar heimildir frá fólkinum og hevur ikki í sær sjálvum nakran rætt, sum fólkið ikki hevur givið, og er endurspeglaður í ásetingini um lóggávuheimild. Við hesi áseting fær fólkið málið til at finnast at lóggávuni. Veljarar og valevni kunnu nú siga, at tey halda, at lóggáva er samtykt óheimilað og tí skal takast av, ella at uppskot ikki skal samtykkjast, tí tað fer ov langt og ger seg inn á borgarans frælsi.
Nú mugu politikarar, so hvørt teir leggja mál fyri tingið, mál ið hoyra til innarliga í privatu lívsverðini, at grundgeva fyri, at fólkið við stjórnarskipanini hevur givið tinginum vald at samtykkja slík mál. Gera teir ikki tað, kunnu tiltøk teirra ikki metast at hava undirtøku, vera legitim. Tá kann fólkið, ið hevur tikið hesa stjórnarskipan til sín, bøta um skaðan á valinum komandi.
Vónandi fer ásetingin um uppreksaðar heimildir at geva lóg tó fyrst og fremst at tryggja okkum høgt støði í kjakinum um lógaruppskot, tryggja okkum at orðaskiftið fer at snúgva seg um, hvat tingið eigur at samtykkja grundað á fólksins undirtøku og fólksins áhugmál.