Stjórnarleiðarar styrkja samstarvið

Grønlendski landsstýrisformannin Kim Kielsen vitjar Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í hesum døgum.

Løgmansskrivstovan skrivar, at teirbáðir stjórnarleiðararnir á fundinum gjár settu sær sum mál at menna samstarvið landanna millum enn meira.

Teir umrøddu vaksandi trygdar- og verjuáhugan fyri útnorðurøkinum. Teir avtalaðu at hava tætt samstarv og samskifti um felags avbjóðingar á trygdar- og verjuøkinum.

Stjórnarleiðararnir umrøddu m.a. veðurlags- og umhvørvismál, Føringahavnina, fiskiskap í útnorðuri og fiskivinnusamstarvið millum Grønland og Føroyar og norðurlendsk samstarv.

Um fundin sigur løgmaður:

– Vit høvdu ein sera gevandi fund. Vit umrøddu felags avbjóðingar fyri londini bæði og avbjóðingar og møguleikar í ríkisfelagsskapinum. Vit er samdir um munandi at styrkja sambondini millum londini. Avgjørt varð at áseta veðurlags- og umhvørvismál sum eitt frammarlaga raðfest samstarvsøki. Eisini avtalaðu vit at samstarva í samband við, at Danmark, Føroyar og Grønland í felag røkja formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020.

Vitjanin heldur fram í dag. Vitjað verður í Vónini í Fuglafirði og á brennistøðini á Hjalla. Kim Kielsen fer av landinum í morgin.