Nógv hava ávarað Tony Blair ímóti at fremja uppskotið í verki, tí tað kann fara at kosta bæði flokkinum og honum sjálvum dýrt.
Men forsætisráðharrin hevur nú gjørt greitt, at hann ætlar sær ikki at taka tað aftur. Tí er lagt upp til opið stríð ímillum forsætisráðharran og teir limirnar í Labour, sum eru ímóti tí, og teir konservativu fara at gera alt fyri at fáa sum mest burtur úr ósemjuni, siga eygleiðarar í London.
Á einum tíðindafundi fyrradagin varð Tony Blair spurdur, um hann fer at leggja frá sær, um uppskotið fellur. Hann vildi ikki svara spurninginum, men segði, at hann leggur stóran dent á at fáa málið framt.
Upprunaliga skuldi Parlamentið taka støðu til uppskotið, áðrenn tað fór í jólafrí, og Blair viðgekk á tíðindafundinum, at hevði atkvøðugreiðslan verið sum upprunaliga ætlað, hevði uppskotið neyvan fingið meiriluta. Nú er avgjørt, at Parlamentið skal atkvøða um tað í januar.
Vinstravongurin í flokki hansara, Labour, hevur lovað honum harðan dyst til ta tíð.