Seinni í mánaðinum fer stjórnin í Nepal at halda fund í einari legu í 5.360 metra hædd á Mount Everest. Endamálið við tiltakinum er at vísa altjóða samfelagnum, at veðurlagsbroytingarnar kunnu fáa sera álvarssamar avleiðingar fyri Nepal.
14 av heimsins hægstu fjøllum eru í Nepal, og granskarar siga, at fleiri túsund jøklar í Himmalaya-fjøllunum kunnu bráðna burtur.
Tíggju av teimum stóru áunum í Asia hava sín uppruna í nepalsku fjøllunum, og hvørvur ísurin har, torna keldurnar eisini um eini 50 ár, siga granskararnir.