Tað var stúgvandi fult í ítróttarhøllini í Vági sunnudagin, tá ið liðini bæði, sum deildu 2. plássið, brustu saman. Sum altíð varð VB-liðið stuðlað við omanfyri 100 áskoðarum, men Stjørnan hevði eisini gjørt nógv burturúr við eitt nú bussferð til dystin, og mundi talið á áskoðarunum úr Klaksvík liggja um tey 40.
VB royndi at arga
Hóast VB royndi at leypa varg í spælið hjá Stjørnuni við at mansverja stórskjúttan, Simonu Petersen, so funnu tær úr Klaksvík aðrar loysnir og løgdu skjótt VB aftur um seg. Serliga var tað verjan hjá Stjørnuni, sum góðum takklingum helt VB í stuttum tjóðri, og góvu sær sjálvum møguleikan at leggja seg greitt á odda.
Hálvleiksstøðan var 12-9 til Stjørnuna.
Stjørnan helt fast
Hóast VB eisini royndi seg við at mansverja stóru og sterku Corinu Demeterca, so munaði tað lítið. Stjørnan skeyt fyrstu fýra málini í seinna hálvleiki, og á odda 16-9 tá ið 20 minuttir resaðu í, høvdu tær at kalla avgjørt dystin. Tær vóru sum heild nógv avgjørdari frammanfyri málinum enn VB.
VB megnaði ongantíð at fáa veruligt samband við Stjørnuna, og at enda gjørdist tað ov strævið hjá teimum at renna aftaná. Stjørnan vann dystin uppiborið 22-17 og liggja tær nú tvey stig frammanfyri VB í stríðnum um at røkka FM-finaluni umvegis 2. plássið.