Hondbóltur
Hóast talan gjørdist um væntaða favroitt-sigurin, har spenningrn varð tikin úr dystinumi løtunum kring steðgin, so spældu Stjørnan og VÍF eina hampuliga undirhaldandi kvinnufinalu leygardagin.
Fleiri ferðir upp í saman varð sagt, at VÍF mest av øllum skuldi taka dystin sum eina uppliving, har tær bara skuldu út at gera sítt besta, og langan part av fyrra hálvleiki var hetta eisini nóg mikið til at halda liðnum væl og virðiliga inni í dystinum.
Stjørnan tóktist at hava trupulleikar við veruliga at fáa ferð á sítt spæl, og tað var einamest skotstyrkin hjá Simonu Petersen, sum helt tær framman fyri VÍF.
Hjá VÍF var stóri skjúttin sum ikki einaferð Liljan Djurhuus. Ikki minst gjørdi hon nógv um seg fyrstu løtuna av dystinum, áðrenn hon fekk viðspælararnir við sær. Men hóttanin hjá VÍF kom kanska ov einvíst frá henni.
Í øllum førum broytti tað dystin fullkomuliga, tá Annika Ljósstein varð sett á høgra bakk at verja fyri Liljuni. Tí uppgávuna hevði Valentina Siciu havt fyrstu løtuna, men tá Annika kom inn, vórðu tacklingarnar á skjúttan bæði skjótari og harðari.
Tað eydnaðist tó ikki hjá Stjørnuni at renna undan VÍF, sum støðugt royndi at spæla sítt spæl. Fleiri ferðir eydnaðist at spæla Stjørnu-verjuna tunna, og góða lagið á gulu áskoðarunum bendi á, at ein sensatión kanska kundi vera í væntu.
Avgerandi rástyrki
Sensatiónin varð tó av ongum. Fyrst og fremst, tí Stjørnan kropsliga hevur ein tann sterkasta hópin í landinum.
Munurin í sentimetrum gjørdi, at VÍF skuldi stríðst nógv meira í hvørjum einasta nærdysti, og seinastu løtuna undan steðginum mistu tær gulu luftina. Stjørnan fekk við trimum málum á rað skapt sær eina hampuliga trygga leiðslu, og hendan varð útbygd fyrstu løtuna eftir steðgin.
VÍF, sum annars hevði spælt púrasta óimponerað, framdi fleiri teknisk mistøk hesa løtuna, og hóast Stjørnan eisini misnýtti nakrar møguleikar, so fingu tær lagt somikið av sjógvi niður til mótstøðuna, at spenningurin av álvara var burturi.
Og so ráddi bara um hjá Stjørnuni at koyra sigurin heim. Smílini á spælarunum boðaðu frá, at tær nú vóru púrasta vísar í sigrinum, meðan VÍF hinvegin eisini hevði mist vónina um, at stóra takið var gjørligt.
Sita enn á trúnuni
Sigurin í steypakappingini er tann sætti hjá Stjørnuni í sjey ár, og tað í sjálvum sær er einki minni enn imponerandi.
Við grundarlagi í einum sterkum lokalum buli, sum enn hongur væl og virðiliga í, hevur Stjørnan ein hóp, sum er bæði breiðari og sterkari enn hjá flestu mótstøðuliðunum, og tað hevur aftur elvt til ein sera sterkan vinnaramentalitet.
Tilgongdin av spælarum sum Kristinu Griksaite, Simonu Petersen, Duritu Christophersen og Valentinu Suciu hevur verið rómin á lagkøkuni í so máta, og hóast einki gull-merki kann garanterast við vissu, so er eingin ivi um, at Stjørnan við hesum hevur tilfarið, sum kann vinna FM-heitið aftur frá Tjaldri, sum í fjør tók sær av tí partinum.
Í tí stríðnum sleppur VÍF ikki reiðiliga upp í part enn, men eftir bara hálvt ár í bestu deildini hevur liðið prógvað, at har veruliga eru góð hondbóltsevni at byggja eina sterka framtíð á. Enn er liðið sera ungt, og tí kann útfallið í einstøku dystunum vera nakað stórt til tíðir, men eisini tann trupulleikan er liðið komið væl ávegis at loysa. Og hóast tað vóru tær, sum máttu taka til takkar við silvurmerkjunum, so kundu tær væl og virðiliga standa upprættar, tá dysturin var av. Ein dystur, har VÍF prógvaði, at talan ikki var um nakað walk-over hjá Stjørnuni, soleiðis sum fleiri annars høvdu spátt undan dystinum.
Fakta um dystin
Stjørnan-VÍF 29-22 (14-10)
10 min: 6-5
20 min: 10-8
40 min: 20-14
50 min: 26-19
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 8(2/2), Durita Ljósstein 4, Joan Midjord 3, Judith Hansen 3, Una Olsen 3, Annika Ljósstein 3, Bára Skaale Klakstein 2, Valentina Suciu 2, Durita Mikkelsen 1
Kristina Griksaite, Ella Petersen, Edith Hansen, Maria Ziskason, Diana Poulsen
VÍF: Liljan Djurhuus 8(2/4), Tóra Seloy 7, Heidi Joensen 3, Elisa Leo 2, Agnas Olsen 1, Halla Midjord 1
Steinbjarta Egholm, Finngerð Jensen, Rakul Joensen, Vivian Petersen, Marita á Rógvi, Johanna Gunnlaugsdóttir, Linda Daviesen, Torgun Johansen.
Brotskøst: Stjørnan 2, VÍF 4
Útvísingar
Stjørnan 5: Judith Hansen 2, Annika Ljósstein 2, Durita Mikkelsen 1
VÍF 4: Agnas Olsen 1, Finngerð Joensen 1, Liljan Djurhuus 1, Rakul Joensen 1
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen