Stjørnan vann í Vági

Hóast Stjørnan mangan hevur havt tað trupult í Vági, so var ongur slingur í valsinum hjá klaksvíkarkvinnum í hálvfinaluni í steypakappingini í kvøld

Hondbóltur

 

Stjørnan fekk flúgvandi byrjan í fyrru hálvfinaluni millum liðini í Vági í gjárkvøldið. Stjørnan legði seg á odda heili 11-2. So kom VB eitt sindur fyri seg, og í hálvleikinum var støðan 16-11 til Stjørnuna.

 

VB kláraði tó ongantíð at fáa fatur á Stjørnuni aftur, og kvinnurnar úr Klaksvík koyrdu ein tryggan sigur heim.

Harvið hevur Stjørnan gott útgangstøði til seinnu hálvfinaluna, sum verður spæld í Klaksvík um eina viku.

 

Fakta um dystin

VB-Stjørnan 22-28 (11-16)

10 min: 2-8

20 min: 7-12

40 min: 16-19

50 min: 16-23

Málskjúttar

VB: Daiva Toumaite 10(3), Laila Jespersen 5, Theresa Joensen 2, Monika Samuelsen 2, Una Egilsdóttir 1, Svava Vestergaard 1, Miriam Michelsen 1

Stjørnan: Simona Petersen 10(3), Durita Christophersen 8, Durita Ljósstein 3(1), Bára Skaale Klakstein 2, Una Olsen 1

Brotskøst: VB 5, Stjørnan 4

Útvísingar: VB 2, Stjørnan 2

Dómarar: Dánjal Samuelsen & Sámal Paulason.