Stjørnan vann tepran sigur

Stjørnan hevur eitt mál fyrimun til seinnu hálvfinaluna í Coca Cola-steypakappingini, eftir at tær vunnu hina fyrru heima í Klaksvík í kvøld 26-25 á Neistanum.

 

Hóast Neistin var á odda at kalla allan dystin, so hálaði Stjørnan inn ímóti endanum av dystinum og avgjørdu við 26-25-sigri eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til Neistan.

 

Neistin dróg frá við dystarbyrjan og var eitt skifti á odda við fimm málum, áðrenn Stjørnan svaraði aftur og slapp til hálvleiks aftanfyri við einum máli. Hálvleiksstøðan var nevniliga 16-15 til Neistan.

 

Guðrun í Lágabø var stórspælandi í málinum hjá Stjørnuni, og syrgdi hon millum annað fyri, at Stjørnan var væl við í dystinum. Í seinastu minuttunum eydnaðist tað Stjørnuni at leggja seg á odda, og vóru tað eisini tær, ið struku avstað við teprum 26-25-sigri.

 

Tískil er einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt í Havn 24. januar.

 

Hjá Stjørnuni skeyt Simona Petersen 10 mál, meðan Barbara Brauer fekk sjey fyri Neistan.