Stjørnan vann tætta hálvfinalu

Hondbóltur: Hóast Neistin var á odda at kalla allan dystin, so hálaði Stjørnan inn ímóti endanum av dystinum og avgjørdu við 26-25-sigri eftir hálvleiksstøðuna 16-15 til Neistan.

Fyrst Neistin
Neistin dróg frá við dystarbyrjan og var eitt skifti á odda við fimm málum, áðrenn Stjørnan svaraði aftur og slapp til hálvleiks aftanfyri við einum máli. Hálvleiksstøðan var nevniliga 16-15 til Neistan.

Stjørnan kom aftur
Guðrun í Lágabø var stórspælandi í málinum hjá Stjørnuni, og syrgdi hon millum annað fyri, at Stjørnan var væl við í dystinum. Í seinastu minuttunum eydnaðist tað Stjørnuni at leggja seg á odda, og vóru tað eisini tær, ið struku avstað við teprum 26-25-sigri. Tískil er einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt í Havn 24. januar.
Hjá Stjørnuni skeyt Simona Petersen 10 mál, meðan Barbara Brauer fekk sjey fyri Neistan.

Stjørnan – Neistin 26-25 (15-16)

Stjørnan: Simona Petersen (10) Corina Demeterca (6) Lovisa Lassen (4) Judit Hansen (4) Bára S. Klakstein (1) Una Olsen (1)

Útvísingar: 2x2min.

Neistin: Barbara Brauer (7) Jacklin Durhuus (5) Nicoleta R. Hansen (4) Annika Thomsen (4) Marjun F. Danberg (3) Bára Hansen (1) Birita Wardum (1)

Útvísingar: 2x2min.