Stjørnan vann væntaða sigurin á útivølli móti StÍF, men heimaliðið vísti leingi, at tað er ikki av tilvild, at tær hava togað seg leysar av botninum.
Í steðginum stóð á jøvnum, og tað gjørdi tað eisini, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin.
Men tá fekk Stjørnan veruliga glið á, soleiðis at tær kundu punktera spenningin í dystinum.
Besti málskjútti hjá StÍF var Rebekka Justinussen, sum skeyt 8 mál. Simona Petersen skeyt somuleiðis 8 mál fyri Stjørnuna.
StÍF-Stjørnan 24-32 (15-15)










