Stjørnan hevur tikið eitt týðandi fet mótvegis FM-finaluni. Hetta gjørdu tær seinnapartin í dag, tá ið tær við 22-17-sigri á VB nú hava lagt VB-kvinnurnar aftur um seg við tveimum stigum á finalugevandi 2. plássinum.
VB royndi seg við at verja skjúttarnar Simonu Petersen og seinni eisini Corinu Demeterca, men tær úr Stjørnuni vóru avgjørdar í skotum sínum og tóku av sínum møgueleikum. Tað gjørdi VB ikki í hinum endanum, sum ikki vóru serliga neyvar, tá ið tær fingu spælt seg ígjøgnum eina annars sera stinna klaksvíksverju.
Hálvleiksstøðan var 12-9 til Stjørnuna, og tá ið tær fingu fyrstu fýra málini í seinna hálvleiki, høvdu tær longu tá at kalla avgjørt dystin. VB fekk ongantíð samband við Stjørnuna, sum vann dystin uppiborið 22-17.
Stjørnan hevur nú 28 stig á 2. plássi, meðan VB nú hevur mist tvey týðandi stig í FM-stríðnum og hevur 26 stig á triðja plássi.
Úrslitini í SunSet-kappingini hetta vikuskiftið:
Kyndil - VÍF 35-26
Tjaldur - Neistin 25-24
VB - Stjørnan 17-22