Tjaldur-Stjørnan 19-21 (7-7)
Skal metast eftir fyrstu umførunum av Sunset-deildini, so er Tjaldur í løtuni fremsti avbjóðarin til hondbóltstrúnuna, sum Stjørnan hevur sitið á seinnu árini.
Í øllum førum vann Stjørnan ein alt annað enn lættan sigur, tá tær vitjaðu í Runavík í dag.
Liðini bæði fylgdust støðugt, og tað var ongan tíð so, at gestirnir veruliga fingu loyvi at seta vanliga turbo´ina á spælið, soleiðis at ein munur kundi skapast.
Men meistararnir megnaðu so kortini at toga sigurin heim, men fyrst og fremst tóktist hesin prógva, at talan væl kann gerast um heilt spennandi kapping í ár.