Stjørnan vann kvinnufinaluna

Stjørnan-VB 31-28 (16-11)

Stjørnan tóktist hava tamarhald á dystinum alla tíðina. VB royndi at hanga í, men meginpartin av dystinum vóru fleiri mál á muni millum liðini.

 

Stjørnan var í løtum um at fara heilt frá VB, men VB megnaði at hanga í, og seinastu løtuna, tá ið alt var avgjørt, minkaði VB um munin, so at bert tvey mál vóru á muni til endans.

 

Í hálvleikinum var støðan 16-11 til Stjørnuna, og tað var ikki fyrr enn seinastu løtuna, at VB kláraði at minka munin niður í tvey mál. Sigurin hjá Stjørnuni var tó ongantíð í vanda.