Alt var at kalla avgjørt undan seinna hálvfinaludystinum í Coca Cola-kappingini millum Stjørnuna og Neistin. Fyrra dystin í Havnini vann Stjørnan nevniliga við 16 málum, og tí var sjálvsagt ikki væntandi, at Neistin fór at taka hesa leiðslu aftur.
Neistin gjørdi eina roynd
Í fyrra hálvleiki royndi Neistin tó veruliga at gera eina roynd at vinna dystin. Tær løgdu hart út, og tíðliga í dystinum førdu tær 6-2. Hesa leiðsluna hildu tær nakað langt út á hálvleikinum, men móti endanum byrjaði Stjørnan at taka yvir, og tá liðini fóru til hálvleiks hevði heimaliðið eisini vunnið seg fram um, 12-11.
Stjørnin vann við 22 málum
Nú var Stjørnan veruliga komin í gongd. Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki spældu tær eins væl og móti endanum av fyrra hálvleiki, so tá góðir 10 minuttir vóru farnir, førdi heimaliðið við heili 7 málum.
Eftir hetta tóku tær sær kanska eitt sindur av løttum, og Neistin byrjaði eisini at koma heldur betri við í dystinum. Restina av dystinum gekk javnt á, og at enda vann Stjørnan dystin 30-24. Við seks mála sigrinum vunnu tær hálvfinaluna við heili 22 málum samanlagt!
Fakta
Stjørnan-Neistin 30-24 (12-11)
Málskjúttar:
Stjørnan: Simona Petersen 12 (1), Alina Olaru 6 (1), Louisa Andreasen 5, Bára S. Klakstein 2, Maria við Neyst 2, Una Olsen 1, Edith Hansen 1, Hanna Mikkelsen 1
Neistin: Nicoleta R. Hansen 6 (3), Ása á Neystabø 6, Heidi Maria Akselsen 5 (3), Rakul Augustinussen 3, Unn Kragesten 2, Gunnvá Brockie 2
Brotskøst: Stjørnan 2, Neistin 9
Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 0
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen










