Stjørnan vann dramatiskan toppdyst

Stjørnan-Kyndil 25-24 (10-14)

Dysturin millum fremstu kvinnuliðini í landinum var dramatiskur og spennandi. VB hevði munin meginpartin av dystinum, og í hálvleikinum vóru tær úr Vági á odda við fýra málum.

 

Tað gekk enn verri hjá Stjørnuni fyrst í seinna hálvleiki, og eitt skifti var VB á 18-12.

 

Men so tóku tær á heimaliðnum seg saman. Sjtørnan fór at gagnnýta sínar møguleikar, og málmaðurin hevði eina stóra bjarging fyri og aðra eftir. Hetta vendi dystinum, og í evstu løtu togaði Stjørnan seg fram um og vann 25-24.

 

Í dramatiska endanum fekk mest týðandi spælarin hjá VB, Guðrið Mortensen, reyða kortið, eftir at hon hevði tikið ein Stjørnuspælara, sum var fríur.

 

Úrslitið hevur við sær, at Stjørnan nú er á odda í Sunset-deildini við trimum stigum. Tjaldur kann nú leggja VB undir trýst í stríðnum um finaluplássini.

 

Besti málskjútti hjá Stjørnuni var Durita Christophersen, sum skoraði 8 ferðir. Aukse Vysniaskaite skeyt 7 av málunum hjá VB.