Stjørnan vann botnuppgerð

Tað var við Ellu Petersen á odda, at Stjørnan vann ein týdningarmiklan sigur á StÍF, sum nú einsamalt í botninum.

Í 22 minuttir megnaði StÍF at fylgja Stjørnuni í KÍ høllini sunnudagin. Bæði liðini høvdu brúk fyri stigunum. StÍF lá undan dystinum aftast við tveimum stigum, meðan Stjørnan lá næst niðast við fýra stigum. Stjørnan hevur verið fleiri leikarar fyri uttan seinnu dystirnar, og hesa ferð var ongin Alina Olaru á liðnum.
Aftaná 22 minuttir var støðan 10-9 til heimaliðið, men tá klokkan ýldi til hálvleiks átta minuttir seinni, var støðan 18-11 til Stjørnuna.
Stjørnan helt fram at økja í seinna hálvleiki fram til 24 minutt, tá munurin var tíggju mál. Seinastu løtuna minkaði gestirnir um leiðsluna.
Dysturin endaði við greiðum 33-25 sigri til Stjørnuna, sum yvirhálar VB.
Stóri spælarin hjá Stjørnuni var Ella Petersen, sum skoraði 12 mál.
«Eg er ein ungur spælari, sum hevur góðar dygdir. Hon verður væl hjálpt av sínum liðfeløgum, og í dag skjýtur hon vil í mun til málmannin hjá StÍF, sigur Svein Rógvi Nielsen, venjari Stjørnuni.
Hann metti annars, at tað var verjan og málverjin, sum vóru grundsteinurin undir sigrinum.
Fyri StÍF var tað enn eina ferð Rebekka Justinussen, sum var toppskjútti. Hon skoraði tíggju mál.
Stjørnan er nú bara trý stig frá øðrum finalu plássinum, men tað hugsar Svein Rógvi ikki so nógv um. Hann metir, at bæi Stjørnan og StÍF kunnu tapa nógvar dystir afturat, men hómar glottar á Stjørnuliðnum, sum nú hevur vunnið tveir dystir upp í slag.