Enn er langt eftir á mál, men í løtuni liggur Stjørnan sera væl fyri í kappingini um at sleppa í FM-finalurnar ímóti Neistanum. Men so skal eisini sigast, at Stjørnan hevur spælt tveir dystir meira enn VB, ið bara er tvey stig aftanfyri, so eingin ivi man vera um, at onkur avgerandi dystir millum júst hesi bæði liðini liggur og bíðar.
Í gjár hevði Stjørnan vitjan av Kyndli, sum í longri tíð hevur roynt at otað seg fram millum fremstu liðini. Og sjálvt um Kyndil fylgdi væl við, serliga í fyrra hálvleiki og so aftur ímóti endanum á dystinum, so eydnaðist ikki at gera nakað við Stjørnuna.
Tað vísti seg, at Stjørnan hevði munandi meira at standa ímóti við í avgerandi løtunum í dystinum. Størri tyngd var í spælinum hjá Stjørnuni, sum tí var við yvirlutan. Bæði lið spílaðu seg nógv út og talan var stórt sæð um ein heilhjartaðan innsats kring allan vøllin, uttan at talan var um óreint spæl.
Stjørnan væl við
Stjørnan hevði stórt sæð frá byrjan til enda munin á Kyndli, men sjálvt um munurin eitt skifti eftir steðgin var komin upp á fýra mál, fekk Kyndil bart seg innaftur og minkað um munin, tá fáir minuttir vóru eftir, so bara eittans málið skilti partarnar. Men Stjørnan stóð ímóti og endaði við at vinna við tveimum málum.
Tá kappingin byrjaði, høvdu tey í Klaksvík ikki tær stóru vónirnar til sínar hondbóltskvinnur, tí liðið var skert so nógv, men nú kappingin fer at verða komin í helvt, er Stjørnan framvegis væl við heilt har frammi og hevur enn góðar møguleikar at koma í FM-finalurnar.
Hinvegin var ósigurin eitt skot fyri bógvin hjá Kyndli, ið nú tvær ferðir hevur verið sera nær ímóti Stjørnuni, tí í gjár vóru tvey mál á muni og afturi í oktober bara tað eina málið. Enn røkkur tað ikki altíð allan vegin hjá Kyndli, men nógv kundi bent á, at tær grønu kunnu spæla fleiri av hinum liðunum eitt puss, so Kyndil í síðsta enda fær avgerandi leiklutir – í øllum førum hjá hinum.
Stjørnan: Simona Petersen 9, Judit Hansen 4, Una Olsen 4, Lovisa Andreasen 2, Bára S. Klakstein 2, Annika Ljósstein 2, Korina Demeterca 1
Kyndil: Anja Heinadóttir 4, Ásley Súnadóttir 4, Randi S. Wardum 4, Turið Arge 3, Guðrið G. Eystberg 3, Annika Sigurðsdóttir 3, Anna Brimnes 1