Stjørnan áttanda árið á rað

Stjørnan-StÍF I 19-22 (10-10)

 

Stjørnan liggur væl fyri í løtuni, tí umframt at vera oddalið í Sunset-kappingini, er liðið nú eisini komið í finaluna í Coca-Cola Cup-kappingini, sum verður spæld leygardagin 12. februar.

 

Hetta gjørdist greitt í gjárkvøldið, tá Stjørnan hevði vitjan av næstbesta kvinnuliðnum hjá StÍF. Hóast StÍF endaði við at vinna dystin við trimum málum, 22-19, hevði Stjørnan vunnið tann fyrra við níggju og kom tí klárt víðari.

 

Í annaðkvøld fæst so at vita, um finalan skal spælast ímóti Tjaldri ella Neistanum, sum eisini í landskappingini eru argastu kappingarneytar hjá Stjørnuni. Tann dysturin verður í Runavík í annaðkvøld klokkan 19.30.

 

Hjá Stjørnuni gjørdist Durita Ljósstein besti málskjútti við fimm málum, og hjá StÍF I var Fríðrún Danielsen toppskjútti við átta málum.