Stjørnan ætlar sær silvurið

Hondbóltur: Klaksvíksliðið liggur eftir sigurin á Neistanum sunnudagin best fyri til at fáa silvurmerkini

Stjørnan-Neistin 21-16 (9-6)


Einasti dysturin í landskappingini hjá kvinnum hetta vikuskiftið endaði við sigri til Stjørnuna móti Neistanum. Stjørnan er nú einsamøll á øðrum plássi við 19 stigum, og silvurið tykist vera í eygsjón.

Hinvegin er tað er neyvan ov nógv sagt, at Neistin endaliga misti sín FM-møguleika við tapinum í Klaksvík sunnudagin, og Stjørnan er framvegis fimm stig aftanfyri oddaliðið.

Málverjin hjá Stjørnuni, Johanna Mikkelsen, var tann stóri spælarin í fullsettu KÍ-høllini. Hon tók fleiri upplagdar Neistamøguleikar, og tí var leiðslan, sum Stjørnan bygdi upp tíðliga í dystinum, ongantíð veruliga hótt.

Tað var annars sera lítil ferð á dystinum, og tað sást eisini aftur á málskjótingini. Fyrstu 25 minuttirnar fekk Neistin einans trý mál, meðan Stjørnan fekk átta. Móti endanum av hálvleikinum lá eitt sindur betur fyri hjá útiliðnum, og hálvleiksstøðan var 9-6.

Stjørnan mansvardi Ingu Danberg frá byrjan og vardu eisini vengurnar í eini 3-3 verju. Hetta treivst Neistin sera illa við, og tá upplagdir málmøguleikar so vórðu brendir, kom havnarliðið illa frá byrjanini. Móttrekkið var at mansverja Simonu Hansen, sum nakað inn í seinna hálvleik varð tikin út fyri Joan Midjord Joensen. Annars vóru tað tær báðar nr. 4, sum syrgdu fyri flestu málunum í fyrra hálvleiki ? Annika Ljósstein skeyt fýra fyri Stjørnuna og Katrin á Neystabø trý fyri Neistan.

Seinni hálvleikur byrjaði rættiliga javnt, og liðini skiftust um at skora. Men munurin bleiv ongantíð minni enn tvey mál, og móti endanum rann Stjørnan avstað, tá tær upp á tíggju minuttir øktu frá 16-14 til 21-14. Móti endanum fekk Neistin so tvey mál innaftur, so endaliga úrslitið bleiv 21-16.


Avgerðin

mestsum follin

Í grundspælinum var kappingin hjá kvinnunum sera jøvn, men sigast má, at í endaspælinum hava úrslitini verið Kyndli sera nógv til vildar. Føroyameistararnir hava vunnið allar sínar sjey dystir í endaspælinum, og nú Neistin tapti í Klaksvík, styrkti oddaliðið enn meir um sína støðu.

Kyndil hevur 24 stig fyri sjey dystir, meðan Stjørnan á øðrum plássi hevur 19 stig fyri átta dystir. Kyndil hevur framvegis torførar dystir eftir, men liðið skal bert hava fýra stig afturat burtur úr teimum fimm dystunum, sum resta í, og tað er lítið sum bendir á, at tær ikki fáa tað.

Men kappingin um hini bæði heiðursmerkini er enn sera jøvn. Tað er lítið sum skilir Stjørnuna, StÍF og Neistan. VÍF er í ongamannalandi, meðan VB og GÍ/Tjaldrið kappast um at sleppa undan niðasta plássinum, eins og tey hava gjørt alla kappingina.