Stjørnan-Neistin 33-22 (19-10)
Har var eingin ivi, tá Stjørnan í kvøld tók ímóti Neistanum í fyrru hálvfinaluni teirra millum.
Eftir fyrstu 20 minuttirnar stóð 13-4 á máltalvuni, og so var ballið mest sum búið hjá gestunum, sum ongan tíð komu í nær námind einum líkinda úrsliti.
Seinna hálvleik var spurningurin bara um at fáa tíðina at ganga, og við 11 mála leiðslu undan seinnu hálvfinaluni er eingin ivi um, at Stjørnan aftur í ár verður annar parturin í kvinnufinaluni.
Besti málskjúttin hjá Stjørnuni var Dianne Møller, sum skeyt 8 mál. Annika Ljósstein skeyt 7 av málunum hjá Neistanum.








