Stjørnan á Televarpið

Eftir ætlan verða heimadystirnir hjá Stjørnuni framyvir vístir á Televarpinum sama kvøld,sum teir eru leiktir. Fyrsti dysturin skal ætlandi vísast sunnukvøldið

Hondbóltur

Tey eru ikki bangin fyri at royna nakað nýtt í Klaksvík. Tað hevur næst størsti býurin í landinum prógvað ferð eftir ferð, og nú bróta tey enn einaferð upp úr nýggjum.
Saman við Televarpinum fer hondbóltsfelagið Stjørnan nevnliga undir eina roynd, og ætlanin við hesum er, at tað framyvir skal bera til at síggja heimadystirnar hjá felagnum á sjónvarpi sama dag, sum teir eru leiktir.

Ein roynd
Fyrstkomandi heimadysturin hjá Stjørnuni verður sunnudagin móti Neistanum. Dysturin verður leiktur kl. 15.00, og longu kl. 20 er so ætlanin, at hyggjarar hjá Televarpinum kunnu sessast við skíggjan at vita, hvussu leikur fór. Ella fyri at finna fram onkra detalju í dystinum, sum eyguni ikki fangaðu heilt í høllini.
Stjóri Televarpinum er Laila Hentze, og tó at hon ikki heilt vil staðfesta, at tað verður sent, so tykjast tað í løtuni bert vera smálutir, sum resta at fáa upp á pláss.
- Enn er alt tað tekniska ikki heilt greitt, og aðrar smálutir resta eisini í, áðrenn hetta er endaliga upp á pláss, men tað er so ætlanin at gera eina roynd, sigur hon.
- Og talan er um eina roynd. Vit hava ikki roynt slíkar sendingar áður, so enn havi eg ikki hug at blása hetta alt ov stórt upp, sigur stjórin á Televarpinum.

Framúr møguleiki
Hinvegin tykjast tey í Stjørnuni at vera meira reyst í málinum í so máta. Og tað er helst einki at ivast í, at gongur alt eftir ætlan, so kann hetta vera við at profilera helst sterkasta kvinnuliðið í landinum enn meira.
- Hetta er ein framúr góður møguleiki hjá okkum at profilera felagið, sigur Rógvi Nielsen, sum umframt at venja besta kvinnuliðið eisini hevur ítróttarligu ábyrgdina í felagnum.
- Vit rokna við, at øll teknisk viðurskifti verða fingin í rættlag til sunnudagin. Samstundis, sum dysturin verður festur á band, verður hann goymdur á einum harðdiski, og so fær Televarpið talgildaðu útgávuna av dystinum. Sendiútgerðin hjá teimum er ikki analog, og tí er hesin framgangshátturin neyðugur, men vit rokna ikki við, at hetta fer at geva nakrar trupulleikar, sigur Rógvi.
Víðari sigur hann, at tey miðja eftir, at dygdin av upptøkunum skal verða á so høgum støði, sum tað yvirhøvur er gjørligt, nú talan er um amatørupptøkur. Eisini hevur felagið fingið fatur á speakara til dystin. Tað verður Karl Johansen, sum í nógv ár leikti á besta liði felagsins.

Fíggjarligir fyrimunir
Hvørgin parturin fæst at siga nakað um fíggjarliga partin av avtaluni. Men tað er lítið at ivast í, at hjá báðum pørtum eru fíggjarligu møguleikarnir í hesum stórir. Stjørnan fær á hendan hátt ein ? eftir føroyskum standardum ? einastandandi møguleika at profilera felagið, og skuldi hetta sostatt skapt góð gróðrarlíkindi fyri øktum sponsorinntøkum framyivr.
Og hjá Televarpinum er hetta uttan iva enn eitt stig at økja um innihaldið á Rás1, sum fyritøkan rekur sjálv. Her eru frammanundan tíðindi, húsamarknaður, veður og valuta at síggja. Og hartil, so er hetta helst eisini ein háttur at draga lýsarar at Televarpinum.