Stjørnan tók stikkið

Stjørnan tók tey bæði stigini, sum vóru í væntu, tá tær í dag vitjaðu í Vestmanna. Men tað gekk ikki so lætt, sum tey flestu høvdu spátt.

Stóran part av fyrra hálvleiki hekk VÍF heilt væl í, men seinastu løtuna undan steðginum skrædnaði nakað millum liðini.

Tí muninum helt Stjørnan alla tíðina fast í, og so halda tær fram í jagstranini eftir Tjaldri, sum nú er einsamalt oddalið í deildini.

Hjá VÍF skeyt Liljan Djurhuus 5 mál. Valentina Suciu skeyt 8 av málunum hjá Stjørnuni.

 

VÍF-Stjørnan 19-24 (10-13)