Stjørnan tók sær av løttum

Í einum nakað deydligum dysti vann Stjørnan sera sannførandi á Sóljuni í Klaksvík. Úrslitið vísir, hvussu stórur munur er á toppinum og botninum í føroyskum kvinnuhondbólti. Eingin ivi tykist tó at vera um, at slagið um FM verður millum Stjørnuna og VÍF

Stjørnan-Sóljan 29-14 (13-6)


Hondbóltur


Tað tykist ikki vera nakar ivi millum hondbóltsáhugað, at antin Stjørnan ella VÍF fer at vinna FM í ár, hóast kappingin ikki er hálvrunnin enn.

Stjørnan tók enn eitt stig til at endurvinna meistaraheitið, tá øll mótstøða frá Sóljuni varð kveistrað til viks uttan stórvegis hóvasták.

Sóljan og Stjørnan møtast aftur í Klaksvík týskvøldið í steypakappingini, men fremst í huganum hjá klaksvíkskvinnum er óivað dysturin móti VÍF næsta vikuskiftið í Vestmanna.


Deydligur dystur

Stjørnan legði hart út og lat ongantíð nakran iva vera um, hvør skuldi hava tey tvey stigini. Tí var spenningurin ikki tann stóri millum áskoðararnar. Heldur ikki var dysturin av teimum best spældu. Nógv álopsmistøk vórðu gjørd av báðum liðum, og fleiri málmøguleikar fóru fyri skeytið.

- Vit kundu havt fingið nógv fleiri mál, og vit vóru nakrir ordiligir brennivargar, sigur Sólvá Eystberg hjá Stjørnuni.

Stjørnan valdi ikki at mansverja Simonu Dziugyte, sum er størsta álopshóttanina hjá Sóljuni. Tær vardu í eini skeivari 5-1 skipan, har Joan M. Joensen vardi frammanfyri.

Vesna Tomajek spældi bara eina heilt lítla løtu í seinna hálvleiki, tí hon hevur ein lítlan skaða, men hon vísti, ta løtuna hon spældi, at hon er ein tann vandamiklasti spælarin, sum Stjørnan eigur. Andriana Milodanovic er heldur ikki við. Hon hevur júst fingið gipsið av aftur beininum, og hon byrjar ikki at venja av álvara fyrr enn síðst í næsta mánaði.

Sólva Eystberg metir, at dysturin móti VÍF næstu vikuskiftið verður sera avgerandi, men hon avskrivar als ikki VB enn, tí tær kunnu vera sera tungar at syfta á heimavølli.


Stórur munur

Dysturin var merktur av, at Sólja fekk fleiri spælarar vístar av vølli. Einaferð vóru tríggjar útvístar í senn, soleiðis at Sóljan bara spældi við trimum útileikarum.

- Har var ikki nógv at gera. Vit hava trupulleikar við at koma nóg skjótt aftur í verjustøðu eftir álop, sigur Albert Ellefsen, venjari hjá Sóljuni.

Hann vísir á, at ein av orsøkunum til, at hansara lið fekk so nógvar spælarar riknar av vølli kann vera, at tær í miðal eru minni enn hinar, og tí mugu tær stríðast.

- Ein stórur trupulleiki hjá okkum er eisini, at vit hava ongar spælarar, sum skjóta við vinstru hond. Tað er eitt stórt handikap í okkara álopsspæli, sigur Albert at enda.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Stjørnan: Annika Ljósstein 7(1), Anna K. Samson 6, Vesna Tomajek 5, Bára Skaale 4, Joan M. Joensen 4(1), Sólvá Eystberg 2(1), Una Olsen 1

Sóljan: Simona Dziugyte 4(1), Sólja Nielsen 3, Hertha Simonsen 3, Marjun Jørgensen 2, Heidi Haraldsen 2

Brotskøst: Stjørnan 8, Sóljan 3

Útvísingar: Stjørnan 2, Sóljan 7

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Justines Justinusen