Ikki er líkt til, at klaksvíkingar ætla at taka sær av løttum, eftir at tað í fjør eydnaðist teimum at fáa gullmerkini til høldar.
Í øllum førum hava tey ikki sitið hendur í favn, eftir at tað í summar gjørdist greitt, at Simona Hansen flutti av landinum.
Í staðin fyri sterka vinstra honds skjúttan, hevur Stjørnan nevnliga fingið fatur á einum jugoslaviskum leikara, og tað er ikki eiti á styrkur, sum hon kann roknast fyri at verða.
Vesna Raodovic er navnið á 30 ára gomlu kvinnuni, sum í vikuni kemur til landið, og undan føroyaferð síni, hevur hon eisini leikt hondbólt í fleiri øðrum londum.
Bæði í Týsklandi og Italia hevur hon roynt seg sum yrkisleikari, so spennandi verður at vita, í hvønn mun hon kemur at styrkja liðið hjá Stjørnuni. Framman undan hevur Stjørnan tvær jugoslaviskar kvinnur á liðnum. Vesna Tomajek og Andriana Milodanovic.