Stjørnar satsar til komandi kappingarár hjá kvinnum. Nevndin hevur nevniliga fingið ikki færri enn tríggjar jugoslaviskar leikarar til felagið. Tann eina av kvinnunum, sum kemur hendavegin, skal eisini vera leikandi venjari.
Venjarin eitur Jelena Barlov. Hon er ein all-round spælari og er 23 ára gomul.
Síðani er tað Katarina Stjepanov, ið er 21 ára gomul. Hon spælir vanliga á høgra bakki. Og at enda er tað Lidija Vlajic, ið er málverji. Hon er 20 ára gomul, men hevur longu spælt í trý ár í bestu deildini í Jugoslavia.
? Vit satsa í ár, og tað er neyðugt at styrkja hópin, um vit skulu gera okkum vónir um at vinna meistaraheitið, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni.
Stjørnan hevur áður havt tilsamans fýra útlendingar, og teir flestu hava roynst ógvuliga væl.
Tær tríggjar jugoslavisku kvinnurnar skulu arbeiða við síðuna av hondbóltinum. Tær hava allar fingið arbeiði í fiskivinnu á landi í Klaksvík. Hetta er neyðugt, um tær skuldu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tríggir gamlir kenningar
Umframt hesar tríggjar útlendsku leikararnar verða tríggir heimligir leikarar, sum áður hava roynst væl hjá Stjørnuni, aftur at síggja í KÍ-høllini.
Talan er um Onnu Kristinu Samson, Joan Midjord Joensen og Anniku Ljósstein.
Anna Kristina Samson hevur fyri stuttum átt, og hon spældi tí ikki seinasta kappingarár. Joan Midjord Joensen, sum spældi nakrar dystir við Stjørnuni móti endanum av seinasta kappingarári eftir at hava verið uttanlands, verður nú verandi í Klaksvík og fer eisini at spæla við klaksvíksfelagnum.
Annika Ljósstein hevur búð í Havn í nøkur ár og hevur spælt við Kyndli. Hon vendir nú heimaftur til Klaksvíkar.
Tað eru nøkur ár síðan, at Stjørnan vann FM-heitið, men nú sær út til at Stjørnan verður ein av favorittunum til komandi kappingarár.
Ungdómsvenjari
Stjørnan hevur eisini sett ein ungdómsvenjara til komandi vetur. Tað er havnarmaðurin Rógvi Nielsen, sum áður hevur verið venjari hjá Stjørnuni, ið skal venja tey ungu hjá Stjørnuni.