Stjørnan spælir heima

Hondbóltur: Europa-Cup dystirnir hjá Klaksvíksliðnum verða í KÍ-høllini fyrst í oktober

Kvinnuliðið hjá Stjørnuni, sum skal spæl verða við í Europa-Cup kapping í hondbólti, fer at spæla báðar sínar dystir á heimavølli.

Samráðingar hava verið millum millum Stjørnuna og rumenska mótstøðuliðið, og tey eru komin ásamt um, at KÍ-høllin skal hýsa Eur-opa-Cup dystunum milum feløgini.

Kappingin, sum Stjørnan er við í, kallast EHF-kappingini, og er fyri tey liðini, sum enda á plássunum beint aftanfyri meistararnar í heimligu kappingini. Seinasta kappingarár vann Stjørnan silvur í landskappingini.

Mótstøðuliðið hjá Stjørnuni kallast AS Silcotub Zalan, og hevur áður roynt seg í europeiskum hondbólti við góðum úrslitum.

Dystirnar millum Stjørnuna og rumenska liðið verða fríggjadagin 8. og sunnudagin 10. oktober.

Stjørnan skal í ár hava spælandi venjara úr Jugoslavia, men enn er hesin venjarin ikki komin til Klaksvíkar.