Stjørnan skal staðfesta finaluna

Hóast liðini hava spælt fleiri spennandi dystir í ár, so tykist talan tó mest ájøvn einum avgreiðsluspurningini hjá Stjørnuni hesaferð

Hondbóltslandskappingin heldur frí á kvinnusíðuni hetta vikuskiftið, men ein dystur verður tó kortini. Í steypakappingini fara Stjørnan og VB nevnliga at avgreiða sína seinnu hálvfinalu leygardagin.
Hóast liðini hava spælt fleiri spennandi dystir í ár, so tykist talan tó mest ájøvn einum avgreiðsluspurningini hjá Stjørnuni hesaferð. Fyrra dystin í Vági vunnu klaksvíkarkvinnurnar nevnliga trygt 25-18, og tað er helst meira, enn VB ger sær nakrar vónir um at vinna í Klaksvík.