Fyri at fáa størri avbjóðingar enn ”bara” tær heimligu, hevur felagið tí gjørt av at melda seg til EHF-cup í ár. Dystirni í fyrsta umfari verða her spældir fyrstu tvær vikurnar í september, og beint fyri ólavsøku fæst at vita, hvat mótstøðulið talan verður um.










